Uml. í 2009 bað Vónin fyritøkuna JT electric menna eitt undirvatnskamera, sum Vónin kundi brúka til at dokumentera hvussu trolini uppførdu seg undir sjónum. Fleiri versiónir blivu mentar, tó var tað ikki fyrrenn í 2012 at svarta “skøtu”-formaða TrawlCamera bleiv liðugt, at tað bleiv seriuframleitt og seld blivu yvir 100 stk til meir enn 20 lond.
Í 2015 fór JT electric undir at menna eina nýggja loysn, sum kundi senda myndirnar frá trolinum tráðleyst, upp til skipið, meðan fiskað varð.
Í árunum 2020-2021 fór JT electric at hugsavna seg einamest um alivinnuna.
TrawlCamera-verkætlanin misti flogið og var løgd á hillina. JT electric skifti navn til GroAqua, og ikki kann sigast at raðfestingin var skeið - virksemi og yvirskot hevur verið stórt hesi seinastu 5 árini.
Her koma nakrar myndir frá tíðini tá Kári á Torkilsheyggi(eg) arbeiddi uppá TrawlCamera.