Elektronikkskulin.fo
Vælkomin á heimasíðuna hjá Elektronikkskúlanum! Fyri kunning, vel "Um Elektronikkskúlan" á skránni.
Tú mást gjarna tekna teg til tíðindabrævið við at nýta formularin niðanfyri.
Nýggjasta átakið er
ELS004 sum kann keypast við at skriva ella ringja til Kára.
Sí eisini nakrar løtumyndir á
@Elektronikkskulin á Instagram.
Prísir:
- Privatpersónar/fyritøkur: 100,- við MVG pr byggisett.
- Skúlar: 75,- við MVG pr. næming.
Status á byggisettum:
ELS001 fæst enn við 1 peru og 3 fatningum. Verður útskift við "Ohms Lykt" sum hevur 1 peru, 1 fatning men fleiri mótstøður. 4 stk AAA-battaríir eru ikki inkluderaði.
Ohms Lykt kostar 250,00 fyri byggisett + 125 fyri uppgávusett(PDF) pr. næming.
ELS002 er enn bara eitt hugskot til at lodda SMD-komponentar sum eru rættiliga lítlir.
ELS003 er eitt óbúgvið hugskot.
ELS004 Lampu-lyklaringurin er mest lidna byggisettið.
Lampu-lyklaringurin kostar 100,00 v/MVG fyri privatpersónar og fyritøkur.
Lampu-lyklaringurin kostar 75,00 v/MVG fyri hvønn næming til skúlar.
ELS005 er eitt útkast til eina lítla lampu, uppbygd av 2 printplátum, við USB-streymi.
ELS006 Stavur er eitt byggisett við 35 LEDs ið kunnu tendra individuelt. Fínt til pynt, gott byggisett til at læra seg at lodda. Krevur 5V streymveiting. T.d. USB-løðara.
Stavur kostar 250,00 v/MVG fyri hvørt byggisett.
ELS007 Jólablink er jólapynt, har 4 LEDs blinka tvær og tvær.
ELS008 Jólafjós er jólapynt er 1 LED blinkar sera spakuliga.