Fekst tú ikki tíðindabrævið? Hygg í "spam"-mappuna. Ella les her: Tíðindabræv arkiv.
ELS001

Endamál: At samanbera tríggjar útroknaðar effektir. Hví eru tær ikki eins?
Mannagongd:
  1. Hygg eftir video um hvussu man loddar.
  2. Hygg eftir video um hvussu ELS001 verður monterað.
  3. Montera títt ELS001.
  4. Testa at tað riggar, sí eisini video um test.
  5. Ger mátingar og útrokningar, eitt video vísir hvussu man kemur fram til fyrsta talið, PX1.
  6. Met um orsøkina til hví PX1, PX2 og PX3 ikki eru líka. Tað sæst eisini at peran lýsir ikki eins í teimum trimum fatningunum. Hvat ávirkar effektina?
Kravd amboð fyri at montera alt rætt og gera mátingar:
  • Loddikolba
  • Loddi-tin
  • Útsúgving
  • Bíti-tong
  • DC-voltmetur t.d. eitt UNI-T frá ambod.fo
  • 6VDC streymveiting við leidningum og "krokodillum"
  • Útprentað ark til at gera útrokningar(sí PDF niðanfyri)
  • Blýant at skriva mátingar
  • Roknimaskinu
ELS001-2109

Lutir í pakkanum:
  • 1 stk ELS001 printpláta
  • 5 stk mótstøður 22 Ohm
  • 3 stk E10 fatningar
  • 1 stk 6V 100mA E1 ljóspera
*|END:WEB_VIDEO|*
Stutt video um hvussu man loddar eina mótstøðu.
*|END:WEB_VIDEO|*
Her sæst hvussu ELS001 skal monterast.
*|END:WEB_VIDEO|*
Tá printplátan er monterað er neyðugt at testa alt áðrenn útrokningar kunnu gerast.
*|END:WEB_VIDEO|*
Hvørjar mátingar skulu gerast? Og hvussu? Tað sæst í hesum brotinum.
Trýst á knøttin niðanfyri fyri at heinta PDF-skjal til mátingar og útrokningar av ELS001.
Vildi tú ynskt at printplátan sá ørðvísi út? Broyt hana!

Trýst á knøttin niðanfyri, fyri at heinta KiCad-fílurnar sum ELS001 er gjørd við. Til ber at endurskapa, broyta ella framleiða printplátuna sjálv/ur.

Endamálið við at deila hesar fílur er at vísa føroyingum at tað kann vera bæði lætt og bíligt at framleiða egnan elektronikk. Spyr endiliga!

Minst til at fyri at brúka fílurnar krevst "KiCad". Heinta ókeypis til Win, Mac el. Linux á: www.kicad.org
Bakgrund/søga:
Hetta er fyrsta printplátan frá Elektronikkskúlanum(tískil ELS001). Hendan versiónin er teknað og framleidd í juli-september 2021.

Printplátan er teknað og framleidd fyri at vísa prinsippini í "Ohms Lóg" og "Effektlógini".
Málbólkurin er serliga alisfrøði-undirvísing í fólkaskúlanum og miðnámi.
Men hetta er eisini ein hóskandi loysn til fólk sum ongar royndir hava innan lodding, útrokningar ella elektronikk.

Stóra tøkk til alisfrøðilærararnar á Skúlanum við Løkin og Skúlanum á Fløtum fyri gott samstarv í menningini av námsfrøðiliga partinum.

Hvør kann hava gagn av ELS001?
Øll byrjanarundirvísing í Ohm's Lóg.
  • Alisfrøði í fólkaskúlanæmingum
  • Alisfrøði á miðnámi
  • Viðkomandi yrkisrættaðar útbúgvingar, t.d. elektrikarar.
  • Øll onnur sum hava áhuga í at lodda eitt sindur og fáa innlit í Ohm's Lóg, Effektlógina, streym, spenning, seriubinding og parallelbinding.
Elektronikkskúlin

Kári á Torkilsheyggi
Brekkuvegur 20
FO-650 Toftir

+298 50 40 31
Elektronikkskúlin á YouTube.